Ársins Herðaklapp 2025
- Anna Simonsen
- May 12, 2025
- 1 min read
Á fundi í mars í ár, sum var tann seinasti áðrenn aðalfundin, samtyktu vit at lata ársins herðaklapp til Anju Hansen, Gøtugjógv.
Vit hava fingið hesa sera góðu grundgeving til avgerðina:
Anja er ein eldsál. Hon er dugnalig, nærløgd og jalig. Altíð við tí góða. Tað hon hevur avrikað við sjónvapsrásini Iktus, er eitt stórt bragd. Hon arbeiðir til langt út á næturnar við at klippa o.a., so sendingarnar verða klárar at senda. Ferðast kring allar Føroyar at taka upp.
Og tað er júst slíkt vit í nevndini fyri KLH vilja stuðla og veita viðurkenning. Hjartaliga tillukku við tí.
Á myndini síggjast Anja Hansen sum tekur ímóti heiðirinum og fær handað gávukurv og blómur frá Sonna Jacobsen fm. vegna KLH.
Myndir: Sólfríð Maria í Rók







Comments