Um KLH
KLH er Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag, og er einasta skipaða lurtara- og hyggjarafelag í Føroyum.
Søgan
Fyrsti fundurin við tí endamáli at stovna eitt kristiligt lurtarafelag varð hildin í sambandi við ársmøtini hjá Heimamissiónini í Havn tann 24. – 27. oktober 1957. Fundurin varð hildin á Sjómansheiminum í Havn.
Við á fundinum vóru 15 menn, sum allir vóru virknir í arbeiði innan Heimamissiónina. Teir samdust um at fáa til vega lógir og viðtøkur frá tilsvarandi feløgum í Danmark og Noreg.
Tann 4. og 5. januar 1958 var aftur fundur á Sjómansheiminum í Havn. Á hesum fundinum vóru fleiri av teimum, sum høvdu verið á fundinum um heystið, men fleiri onnur vóru nú eisini við. Á hesum fundinum vóru lagdar fram lógir og viðtøkur frá “Kristelig Lytterforening” í Danmar og frá “Norges Kristelige Lytterforening” í Noreg.
Sett var ein arbeiðsnevnd at gera uppskot til:
-
lógir fyri eitt føroyskt kristiligt lurtarafelag,
-
at finna fram til fólk í hvørji bygd, sum skuldi royna at tekna limir,
-
at skriva eina grein í bløðini um hetta tiltakið,
-
og at lýsa til stovnandi aðalfund, tá ið limalistarnir vóru komnir inn frá bygdunum.
Í tíðini frá januar í 1958 til apríl 1959 hevði henda arbeiðsnevndin fleiri fundir og samráddist eisini við útvarpsstjóran, Axel Tórgarð.
Stovnandi aðalfundur
6. apríl 1959 var stovnandi aðalfundur á Sjómansheiminum í Havn. Felagið fekk navnið: Kristiligt Lurtarafelag, og lóg fyri felagið varð viðtikin.
24. juli 1961 sendi felagið bræv til Løgtingið um at fáa eitt umboð fyri felagið í útvarpsnevndina. Hetta eydnaðist í oktober 1963, og í nógv ár valdi Landsstýrið eftir innstilling frá nevndini í felagnum ein lim í útvarpsnevndina og seinni eisini ein í sjónvarpsnevndina.
Nú eru útvarpið og sjónvarpið løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, sum verður stjórnað av einum stýri við sjey limum. Landsstýrisfólkið velur allar sjey limirnar, og hesir hava ikki redaktionella ábyrgd. Tí er felagið ikki longur umboðað har, men ger í aðrar mátar sína ávirkan galdandi sambært endamálsorðingini.
Felagið skiftir navn og verður skrásett
Tann 16.06.1974 í samband við, at felagið skuldi skrásetast, varð navnið broytt til Kristiligt Lurtara- og Síggjarafelag. Tá vóru tankar frammi um at byrja at senda føroyskt sjónvarp.
Tann 17. mars 1975 lýsti Føroya landfúti í bløðunum, at felagið var skrásett, og hevði hetta endamálið:
-
At virka fyri kristiligum sendingum í Útvarpinum.
-
At stuðla Útvarpið í góðum og sømiligum sendingum.
Í lýsingini stóð eisini:
“Felagið skal virka fyri útvarping av til dømis gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t., og samstundis mótarbeiða, at Útvarpið verður nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.
Limur kann ein og hvør vaksin lurtari gerast, ið vil styðja endamál felagsins eftir grein 2 í viðtøkunum, sum er tilskilað omanfyri.
Felagið verður stýrt av eini 9-mannanevnd. Formaðurin og í minsta lagi 5 nevndarlimir skulu vera innan fyri fólkakirkjuna. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara”.
Navnið Kristiligt Lurtara og Síggjarafelag varð seinni broytt til Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag.
Arbeiðið hjá felagnum
Felagið hevur frá fyrstan tíð samarbeitt við leiðsluna í Útvarpi Føroya og við útvarpsnevndina (seinni eisini sjónvarpsleiðslu og -nevnd og nú við samanlagda stovnin) við endamálsgreinini sum stavnhaldi.
Nøkur av teimum hjartamálum, felagið hevur havt, og sum tað hevur samarbeitt við útvarpið, sjónvarpið og Kringvarpið um, eru:
-
morgunlestrarnir og seinni endursendingarnar av teimum,
-
upplýsandi, uppbyggjandi og kristiligar fyrilestrar,
-
sendingar við sálmum og andaligum sangum,
-
gudstænastu allar heiligdagar
-
serligar adventssendingar,
-
serligar leygarkvøldssendingar (Hetta heilaga evangeliið skrivar),
-
peikað á ymisk kristilig og mentanarlig tiltøk, sum felagið metir hava almennan týdning fyri okkara fólk,
-
roynt at funnist at orðalagi og innihaldi í summum sendingum o.s.fr.
Sjónvarp
Tá privata sjónvarpsfelagið byrjaði at senda sjónvarpssendingar, vendi felagið sær til nevndina fyri sjónvarpsfelagið, og fekk í lag andaktir í sjónvarpinum sunnukvøld. Felagið sá tað sum natúrligt og sum eina sjálvfylgju, eisini á sjónvarpsøkinum at virka fyri endamáli felagsins at virka fyri kristiligum sendingum, at styðja arbeiði fyri góðum og sømiligum sendingum, og at mótarbeiða ósømiligum sendingum, sum ikki eru kristnum siði, og kristnari trúgv verdugar.
Hóast umstøðurnar við tíðini eru broyttar, virkar felagið framvegis við sama endamáli, sum tá tað varð sett á stovn í 1959.
Endamál
Endamálið hjá KLH er at virka fyri kristiligum sendingum í almenna Kringvarpinum – í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.tl.
-
KLH styðar útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.
-
KLH arbeiðir ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.
-
KLH er ikki eitt felag, sum ger tilfar at senda í útvarpi og sjónvarpi, men vil verja, økja og styrkja um kristiliga tilfarið í almenna Kringvarpinum.
Limir
KLH er ein limafelagsskapur. Nú eru uml. 1200 limir í felagnum. Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, sum altíð hevur verið hildin Kristi himmalferðardag. Í nevndini sita 9 limir.
Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, sum hevur fylt 14 ár. Tað er týdningarmikið, at nógvir limir eru í KLH. Nógvir limir eru ein styrki hjá felagnum at verja støðu og endamál felagsins.
Set teg sum lim í KLH og ver soleiðis uppií arbeiðnum fyri góðum tilfari í útvarpi og sjónvarpi. Tú kanst gerast limur við at senda felagnum ein teldupost á klh.felag@gmail.com ella seta teg í samband við okkum á facebook-síðuni hjá felagnum. Limagjaldið er kr. 100,-.
Um búmerkið
Búmerkið hjá KLH er eingilin, sum blæsir í lúður. Einglar eru Guds sendiboð.
Eingilin lyftir upp hendur sínar til Guds í ákallan og tilbiðjan, men samstundis heldur høgra hond hansara í lúðrinum, og til høgru handar á honum sæst vongurin, sum vitnar um at hann er ein eingil.
Hjá Jesaja kap. 40,9 stendur um gleðboðaran, at hann skal fara sær upp á hægsta fjall og rópa ekkaleysur: „Sí Gud tykkara.“