top of page

Ársaðalfundur og Ársins herðaklapp

  • Writer: Kristiligt lurtara og hyggjarafelag
    Kristiligt lurtara og hyggjarafelag
  • May 19, 2024
  • 1 min read

Hin 9. mai 2024 hevði Kristiligt Lurtara- og Hyggjarfelag aðalfund í kirkjukjallaranum í Vesturkirkjuni. Sonni Jacobsen formaður bjóðaði vælkomin og helt sína formansfrágreiðing, síðan legði Magnus Joensen peningarøkil og skrivari roknskapin fram. Orðstýrari var Sólrun Poulsen f.v. nevndarlimur. Uppmøtingin var eitt sindur slak, men orðaskiftið gekk lívliga og sera postivt á fundinum.


Tríggur nýggir limir komu í nevndina og ein fór út. Inn komu Helgi Abrahamsen, Sólfríð Maria í Rók og Eyðun Jacobsen. Út fór Joanna Hansen, sum eftir 20 ár í nevndini, nú takkaði fyri seg. Og vit takkaðu henni fyri trúgva tænastu og ynsktu nýggju limunum vælkomnum.


Ársins herðaklapp fekk Sólfríð Maria í Rók, sum gerð eitt stórt arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Limir felagsins kundu atkvøða um uppskot til herðaklappið á FB-síðuni hjá felaganum, gjøgnum Messenger og við telduposti. Tað var eingin ivi um, at Sólfríð fekk væl flestar atkvøður. Formaðurin kunngjørdi vinnaran á fundinum og handaði Sólfríð ein gávupakka og eitt blómutyssi. Til seinast á fundinum greiddi Sólfríð frá um arbeiði hon gerð við Spírum og um framtíðarætlanir.


Á fyrstu myndini síggjast Sólrun Poulsen, Magnus Joensen og Sonni Jacobsen. Á hinum sæst Sólfríð Maria í Rók.


Myndirnar hevur Harald Petersen nevndarlimur tikið.



Comments


bottom of page