top of page
  • Facebook

Leita

Endamál

Endamálið hjá KLH er at virka fyri kristiligum sendingum í almenna Kringvarpinum – í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.tl.

KLH  styðar útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum.

KLH arbeiðir ímóti, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum er ikki kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

Kristiligt lurtara og hyggjarafelag er ikki eitt felag, sum ger tilfar at senda í útvarpi og sjónvarpi, men vil verja, økja og styrkja um kristiliga tilfarið í almenna Kringvarpinum.

KLH er ein limafelagsskapur. Nú eru uml. 1200 limir í felagnum. Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, sum altíð hevur verið hildin Kristi himmalferðardag. Í nevndini sita 9 limir.

Limur í felagnum kann ein og hvør gerast, sum hevur fylt 14 ár. Tað er týdningarmikið, at nógvir limir eru í KLH. Nógvir limir eru ein styrki hjá felagnum at verja støðu og endamál felagsins.

Set teg sum lim í KLH og ver soleiðis uppií arbeiðnum fyri góðum tilfari í útvarpi og sjónvarpi. Tú kanst gerast limur við at senda felagnum ein teldupost á klh.felag@gmail.com ella seta teg í samband við okkum á facebook-síðuni hjá felagnum. Limagjaldið er kr. 100,-.

Limafelagsskapur

Tað nýggjasta

Tíðindi

Kunning

Tiltøk

Annað

bottom of page