Skriv til Kringvarpið um søguna „Ræðuliga søgan um lítlu Hon“.
- Kristiligt lurtara og hyggjarafelag

- Jan 15, 2025
- 1 min read
Kristiligt lurtara og hyggjarafelag hevur skriva til Kringvarpið um søguna "Ræðuliga søgan um lítlu Hon".

"Til Kringvarpið frá Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag.
Onkur hevur gjørt okkum varan við sending í barnaútvarpinum nevnd “Ræðuliga søgan um lítlu Hon” sum skal vera í 7 pørtum, har tveir longu eru sendir.
Nøkur av okkum hava hugt at hesum pørtum og vilja í álvara spyrja, um Útvarp Føroya veruliga heldur, at hesar ræðusøgur eru egnaðar til barnaútvarpið?
Vit halda tað ikki og tað eru mong onnur, sum vit hava hoyrt um, sum halda tað sama. Ein skal sum barn hava sterkar nervar at hoyra hasar søgurnar, og tað eru tað ikki øll børn sum hava. Tey kunnu heldur ikki sum vaksin døma millum um hetta er veruleiki ella søga. Og um tey nú sjálvi kanska koma at uppliva okkurt líknandi?
Ein kann vera bangin fyri, at tað helst verða mong, sum kanska hava ilt við at sovna, eftir slíkar søgur. Og kanska gerast myrkarædd?
Kanska skuldu tey í barnaútvarpinum havt tosa við sálafrøðing áðrenn slíkar sendingar verða valdar.
Vit halda ikki at slíkt er gott sálarliga hjá børnum.
Um søgurnar eru ætlaðar størri børnum átti aldursmark at vera á og tær sendar í aðrari sending enn barnaútvarpinum har øll, bæði stór og smá sita saman og lurta."

Comments