Áheitan á kringvarpsstjóran Skriva út
leygardagur, 29. august 2009 aftur til yvirlit
Skrivað hevur: Kristiligt lurtara og hyggjarafelag
 
KLH hevur sent skriv til kringvarpsstjóran um skránna o.a. hjá kringvarpinum...
 
Áheitan á Kringvarp Føroya
Nú arbeitt verður við vetrarskránni hjá Kringvarpi Føroya, loyva vit okkum í “Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag” (KLH) at koma við hesum skrivi til leiðsluna í Kringvarpinum.

KLH – endamál og virki
KLH, sum er eitt limafelag við 1200 lurtarum og hyggjarum, hevur gjøgnum tíðirnar gjørt vart við  viðurskifti í sambandi programmvirksemið hjá Kringvarpinum.

KLH hevur í endamáli sínum

•  at virka fyri kristiligum sendingum í útvarpi og sjónvarpi, sum t.d. gudstænastum, kristiligum fundum, andaktum, kristiligum sangi og tónleiki, tíðindum frá kristiligum arbeiði o.t.l. 
•  at styðja útvarp og sjónvarp í góðum og sømiligum sendingum, 
•  at mótarbeiða, at útvarp og sjónvarp verða nýtt til ósømiligar sendingar og annað, sum ikki er kristnum siði og kristnari trúgv verdugt.

Dialogur við Kringvarpið
Í fimti ára søgu felagsins hevur KLH við millumbili havt samband við leiðslu kringvarpsins, tá ið tað er talan um  kristiligt og mentanarligt tilfari, sum hevur verið borið fram í almennu loftmiðlunum. Sigast kann, at dialogur hevur verið, men tíverri eftir okkara tykki, halda vit, at sjónarmið okkara í alt ov lítlan mun hava vunnið frama hjá leiðsluni hjá kringvarpinum gjøgnum árini.Hóast hetta fegnast KLH um tað kristiliga tilfarið, sum hevur verið sent gjøgnum tíðirnar í kringvarpinum. Av tilfari, sum hevur verið fastur táttur, kann m.a. verða nevnt: Gudstænasta/Evangeliskur fundur,  Morgunlestur og Hetta heilaga evangeliið skrivar og Gudstænasta/Møti og Andakt í sjónvarpinum. Aðrar sendingar hava eisini verið gjøgnum árini t.d. Sálmar og Sangir og Víngarðurin. Eisini kann nevnast sendingin Tilvera og aðrar mentanarligar upplýsandi sendingar.

Stórur áhugi fyri kristiligum tilfari
Tað er alment kunnugt, at áhugin fyri kristiligum sendingum er stórur millum fólk. Hetta vísa eisini lurtara- og hyggjarakanningar, sum kringvarpið hevur gjørt gjøgnum tíðirnar.Hesi seinastu árini er senditíðin hjá kringvarpinum økt í stórum – serliga hjá útvarpinum. Á tøkniligu síðuni er kringvarpið  eisini nógv útbygt,  nú sent verður talgilt og kringvarpið veitir størri og størri tænastur til hyggjaran og lurtaran við t.d. interaktivum sendingum  og netvarpi, eins og brúkarin hevur størri og størri atgongd til “gamalt” tilfar, sum liggur á netinum. Alt hetta eru stór framstig sum vit í KLH fegnast um, og sum er til stóra gleði fyri brúkaran.KLH ásannar, at tað hendir nógv á øllum økjum í samfelagnum, og kringvarpið skal náa nógv við tíðindum og kunning um alt, sum hendir bæði her á landi  og burturi í heimi.

Lítil menning og færri sendingar
KLH ásannar eisini, at kringvarpið  ikki  hevur ment  táttin av kristiligum tilfari seinastu mongu árini – heldur mega vit ásanna, at útboðið av kristiligum sendingum er minkað.Tað er ein royndur lutur, at kristiliga virksemi er stórt í Føroyum, og vit í KLH halda, at hesin tátturin í mentanararvinum hjá okkum føroyingum eisini eigur at hava góða rúmd í almenna kringvarpinum.Vit í KLH fara tí at heita á leiðsluna í kringvarpinum og tey, sum hava ábyrgdina av at skapa og menna tilfar í kringvarpinum um at virka fyri betri rúmd fyri kristiligum og mentanarligum tilfari í Kringvarpi Føroya. 
Vit loyva okkum at koma við hesum ítøkiliga uppskoti:

Sunnu- og halgidagar í Kringvarpinum
Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum ber brá av at tað veruliga er sunnu- og halgidagur. Vit hugsa ikki bert um ta vanligu gudstænastuna/evangeliska møti, men eisini t.d. um góðar sálmar og sangir,  góðan tónleik, samrøður, tíðindi og reportasjur frá kristiliga arbeiði og barna- og ungdómssendingar við kristiligum innihaldi.

Høgtíðirnar
Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum hóskar at bera fram í útvarpi og sjónvarpi til tær ymisku kristiligu høgtíðirnar í árinum. Danska TV2 hevur gjørt av at endursenda  vælumtókta jólakalendaran “Jesus og Josefine”. KLH heitir á kringvarpið um eisini at senda “Jesus og Josefine” í SVF frá 1. desember í ár.

Morgunlesturin
Ónøgdin er framvegis ógvuliga stór millum fólk, at morgunlesturin ikki verður endursendur. Vit fara enn einaferð inniliga at heita á leiðsluna í Kringvarpinum um at fáa morgunlesturin aftur á skránna kl.09.50. Vit fegnast um, at morgulesturin nú verður endursendur í SVF, og at Kringvarpið er farið undir at gera nýggjar upptøkur av sálmum og sangum m.a. at brúka í morgunlestrinum

Sjónvarpið
Vit mæla til, at fleiri familjufilmar við kristiligum og uppbyggjandi innihaldi verða settir á skránna í sjónvarpinum – eisini við góðum filmum fyri børn – yngri og eldri. Vit heita eisini leiðsluna um at hava fleiri kjaksendingar um etikk og moral í síni breidd, men eisini við atliti til okkara egnu mentan og siðvenju á kristiligum støði. KLH heitir eisini á leiðslu kringvarpsins um at fáa allar sendingar í sjónvarpinum tekstaðar.

KLH fegnast eisini um, at leiðslan í kringvarpinum hevur sett ein av starvsfólkunum sum samskipara av kristiliga tilfarinum í kringvarpinum.Málið hjá okkum øllum er at fáa eitt gott og fjølbroytt Kringvarp Føroya. KLH vil fegið vera við at gera hetta málið til veruleika og ynski okkara er at hava ein opnan dialog við leiðslu og starvsfólk í kringvarpinum.


Vinarliga heilsanir
f.KRISTILIGT LURTARA- OG HYGGJARAFELAG
Uni Næs formaður


www.klh.fo












Essalág 18
FO-100 Tórshavn
Tel +298 237339
klh@klh.fo
Ment, forritað og sniðgivið av KREA